Viðtalan hjá Katrini og Rúna í Berjabrekku 1, 3

Í Berjabrekku eru fýra læknaviðtalur. Katrin og Rúni arbeiða í somu viðtalu, meðan hinir 3 læknarnir hava sína egnu viðtalu.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir taka sær sjálvstøðugt av nøkrum viðtalum - eisini summum bráðfeingis viðtalum. Til ber tí eisini at fáa tíð hjá teimum.

"Tíð sum skjótast / sama dag"

Í Læknaviðtaluni hjá Katrini og Rúna arbeiða vit eftir leistinum 'tíð sum skjótast'. Hugtakið merkir, at tú fær tíð til viðtalu sum skjótast, og so vítt gjørligt sama dag.
Ávís sløg av viðtalum verða tó givnar fram í tíð. Hettar verður mett um í hvørjum einstøkum føri.

Tíðarbílegging umvegis heimasíðuna er dagin frammanundan til kl 9.30 sama dag.
Tíðarbílegging umvegis telefonina er sama dag ímillum kl. 8 - 9.30.
Umbønir í hesum tíðarskeiði eru, so vítt gjørligt, tryggjaðar tíð sama dag. Umbønir umvegis heimasíðuna, ið eru sendar eftir kl. 9.30, verða svaraðar næsta yrkadag.

Tá ið tú biður um tíð umvegis heimasíðuna, fært tú ikki svar í telduposti, men verður uppringd/ur ella fært eitt SMS. Tí er umráðandi, at tú upplýsir rætta telefonnummarið og hevur telefonina við hondina.

Umbønir um heilivág og svar uppá kanningar kunnu avgreiðast ímillum kl. 10 - 12.
Heilivágurin er greiður til heintan á apotekinum eftir kl. 17 sama dag.

So vítt gjørligt fært tú tíð hjá tínum egna lækna. 

Bíðirúmið

Flestu dagar eru 3 læknar til arbeiðis í báðum viðtalunum og sjúkrarøktarfrøðingar sum eisini hava sínar viðtalur. Tá ið útbúgvingarlæknar eru knýttir at viðtalunum, hava tey eisini egnar viðtalur.
Hendan arbeiðsgongdin ger, at tað kunna sita nógv fólk í bíðirúminum í senn og ikki er altíð, at rópt verður inn í somu raðfylgju sum tey eru komin.

Telefonviðtalur

Í viðtaluni hjá Katrini og Rúna byrja læknarnir viðtalurnar kl. 8.15 og hava tí ikki telefontíð. Sjúkrarøktarfrøðingarnir svara telefonunum gerandisdagar kl. 8-9.30 og 10-12. Ímillum kl. 8 - 9.30 er møguleiki at biðja um viðtalu. Ímillum kl. 10 - 12 er møguleiki at endurnýggja reseptheilivág, fáa svar uppá ymsar spurningar og flestu kanningar. Um tað er trupult at svara spurningi í telefonini, verður í hvørjum føri mett, um tú skal hava eina viðtalutíð ella læknin ringir aftur til tín. Vit stremba eftir, at læknin ringir sama dag ella skjótast gjørligt.