Allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 27 ár, og dreingir í aldrinum 12-17 ár, kunnu lata seg koppseta ókeypis fyri HPV / lívmóðurhálskrabba.

Koppseting fer fram hjá sjúkrarøktarfrøðinginum. Tað vera givnar tvær ella tríggjar koppsetingar innan 13 mðr, alt eftir aldri, fyri at koppsetingin skal virka.

Um koppseting fyri HPV

Koppseting fyri HPV-virus hevur til endamáls at fyribyrgja, at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabba. Eisini fyribyrgir koppsetingin m.a. móti kynsvortur og krabbamein í endatarminum. Hetta er galdandi bæði fyri kvinnur og menn.

Um kvinnan er eldri enn 27 ár, og drongurin eldri enn 17, skulu tey sjálvi gjalda fyri hvørja koppseting. Kostnaður er uml. 1.400 kr fyri hvørja koppseting

Í Føroyum fylgja vit tilmælunum hjá danska heilsustýrinum um, at øll børn, fyrstu fimm liviárini, skula hava tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar, har barnið við nakrar av kanningunum eisini verður koppsett.
Kanningarnar verða gjørdar av kommunulæknanum, og í summum førum av sjúkrarøktarfrøðingi, í hesum aldrunum:

  • 5 vikur (Heilsukanning)
  • 3 mánar (Bert koppseting, gjørd av sjúkrarøktarfrøðingi)
  • 5 mánar (Heilsukanning og koppseting)
  • 1 ár (Heilsukanning og koppseting)
  • 15 mánaðir (Bert koppseting, gjørd av sjúkrarøktarfrøðingi).
  • 2 ár (Heilsukanning, sum oftast gjørd av sjúkrarøktarfrøðingi)
  • 3 ár (Heilsukanning, sum oftast gjørd av sjúkrarøktarfrøðingi)
  • 4 ár (Heilsukanning og koppseting)
  • 5 ár (Heilsukanning og koppseting)

Barnakoppsetingar-ætlanin frá 1. januar 2015

Aldur Koppseting
3 mánar difteri-tetanus-kighoste-polio + Hib1 og Pneumokokkar 1
5 mánar difteri-tetanus-kighoste-polio + Hib1 og Pneumokokkar 2 *
12 mánar difteri-tetanus-kighoste-polio + Hib1 og Pneumokokkar 3 *
15 mánar MFR 1
4 ár MFR 2 *
5 ár difteri-tetanus-kighoste-polio endurkopping *
12 ár HPV 1, 2, og 3

Stjørnan (*) tilskilar, at heilsukanning er samstundis.

  • Bláa bók: 800 kr.
  • Koyrikort: 400 kr.
  • Læknaváttan (vanlig): 200 kr.
  • Heilsuváttan til matvøruframleiðslu: 200 kr.
  • AFS: 400 kr.
  • CISV: 200 kr.
  • Rotary: 400 kr.
  • Ættleiðingarpappírir: 500 kr.

Kostnaður fyri uttanlandskoppsetingar:

Koppingarevnið verður keypt á apotekinum og tikið við her í viðtaluna (skal goymast kalt heima). Neyðugt er við resept til allar koppsetingar.

  • Fyrireikandi viðtala, har ein koppsetingarætlan verður løgd: 300 kr. (neyðugt)
  • Koppsetingar: 100 kr. fyri hvørja.

Allar kvinnur í aldrinum 25-60 ár fáa bjóða eina ókeypis kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum. Tær fáa eina innkalling, tá tær fylla 25 ár. Hareftir verður man kannaður 3. hvørt ár. Í onkrum førum verður kanningin framd oftari.

Kanningin verður framd av einum lækna. Tað er ein undirlívskanning, har tað verður tikin ein roynd av kyknunum í lívmóðurhálsinum. Royndin verður send til Danmarkar.

Vanliga tekur tað eini tvær til tríggjar vikur áðrenn svarið er komið aftur.

Føroysk/donsk/ensk heilsuváttan til sjófólk - Bláa bók

Bláa bók er ein heilsuváttan til sjófólk. Heilsuváttanin skal skrivast av góðkendum sjóvinnulækna.

Tá tú kemur at fáa bláu bók, fært tú handað eitt skjal, har tú skalt svara nøkrum spurningum. Læknin ger eina kanning, har hann millum annað kannar sjónstyrki við og uttan brillur, hoyrn, landið og blóðtrýstið.

Tað kostar 800 kr. at fáa bláu bók.

Minst til at hava við:

  • Brillur ella linsur og linsuvætu (OBS!  linsur skulu takast úr ½ tíma áðrenn sjónskanningina)
  • Landroynd
  • 800 kr. í reiðum peningi
  • PAS ella annað samleikaprógv

Tá ið tú tekur koyrikort ella fær tað endurnýggjað, skal ein heilsuváttan útfyllast hjá tínum kommunulækna.

Tá ið tú kemur í viðtaluna, fær tú skjalið til heilsuváttanina útflýggjað, har tú skal útfylla fyrstu síðuna meðan tú bíðar.Tá ið tú kemur inn, verður sjónsfeltið kannað, sjónin verður kannað, við og uttan brillur, og tú verður biðin um at gera nakrar ávísar rørslur.

Um tú er frísk/ur annars, er hettar einastu kanningarnar, ið verður gjørdar. Afturat hesum verður tú spurd/ur nakrar spurningar.

Tá ið kortið skal endurnýggjast vegna aldur, verður sama heilsuváttan útfylt, men tá eru nakrar aðrar kanningar, ið eisini verða gjørdar.

Tú kemur vanliga inn til ein sjúkrarøktarfrøðing, tá ið koyrikortið skal takast fyrstu ferð, og tú ert frísk/ur.
Tá ið kortið skal endurnýggjast vegna aldur, kemur tú inn til tín egna lækna.

Minst til at hava við:

  • brillur/linsur og linsuvætu (OBS! linsurnar skulu takast út 1 tíma áðrenn sjónskanningina)
  • passmynd
  • 400 kr. í reiðum peningi

Tá ið tú skal uttanlands at ferðast, verður tað í summum førum tilmælt, at tú fær ymiskar koppsetingar, áðrenn tú fer. Atlit verður tikið til, hvar tú fert, hvussu leingi tú skal verða, hvussu tú skal búgva o.s.fr.
Hesi viðurskifti kanst tú kunna teg um, við at hyggja á heimasíðuna hjá Statens Seruminstitut - www.ssi.dk ella á niðanfyristandandi leinki.

http://rejser.ssi.dk/rejser/

Um tú ynskir at koma her í viðtaluna at fáa koppsetingarnar, ynskja vit, at tú kemur inn til eina viðtalu, so vit saman kunna gera eina koppsetingarætlan. Oftast eru hesar viðtalur hjá sjúkrarøktarfrøðingi.

Tað er sera umráðandi, at tú hevur upplýsingar um, hvørjar koppsetingar tú hevur fingið, serliga seinastu 10 árini.

Vit skriva tær reseptir uppá koppingarevnini, ið tú keypir á apotekinum. Síðani fær tú nýggja viðtalutíð at fáa koppsetingarnar.

Tað er umráðandi, at tú ert í góðari tíð. Minst 1 og helst 2 mánar áðrenn tú skal avstað. Hettar tí, at summar koppsetingar skula gevast fleiri ferð. Flestu koppsetingar skula gevast minst 10 dagar, áðrenn tú kemur til ferðastaðið.

Kostnaður:

  • 300 kr fyri at gera eina koppsetingarætlan (neyðugt)
  • 100 kr fyri hvørja einstaka koppseting

Tú skal hava reiðan pening við.